Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sjómannadagarnir/Norðlýsið: Tað eru í ár 47 ár síðani Ernestina fórst undir Selvogsbjørgum. Flestu eldri munnu ivaleyst kennast við søguna og ikki minst søguna um Ziska Jacobsen, sum í ódnarveðri svam í land við einum enda, soleiðis at partur av manningini kom frá vanlukkuni á lívi, ímeðan aðrir máttu lata lív.

Tað er Jákup Ziskason, sonur Ziska, ið fyri árum síðani, gav Svimjihøllini í Klaksvík eina bustu av pápanum. Hendan bustan hevur staði í Klaksvíkar Svimjihøll, ikki bert sum eitt minni um Ernestinu og Ziska, men ikki minst er bustan ein áminning til okkara um týdningin av Svimjihøllini og at vit og børn okkara, ið búgva her á klettunum við sjógvi til allar síður, eiga at duga at svimja.

Fyri at geva eftirtíðini enn eina áminning av týdninginum at vit øll duga at lívbjarga okkum á sjónum, tá svimjing er lívsneyðug og sum enn ein heiður til pápa sín og teir, ið vóru við Ernestinu, hevur Jákup gjørt av, at geva Klaksvíkar Svimjihøll eitt sera vakurt model av skipinum, ið var fyri stóru vanlukkuni náttina ímillum 26. mars í 1930.

Í Svimjihøllini verður ein hátíðarløta hóskvøldið, skráin sær soleiðis út:

HÓSDAGIN 17. AUGUST

Kl. 18:00 í Svimjuhøllini<

Modell av Ernestine verður handað sum gáva til Klaksvíkar Svimjuhøll.

Eyð Matras lesur brot úr søguni um Ernestine.

Kl. 19:00 í Svimjuhøllini (í hølinum har Íðka helt til) fer Óli Olsen at hava ein fyrilestur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo