Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Undirsjóvarryggurin millum Grønland og Skotland, har tað gráa økið er grynnri enn 750 metrar. Hvítir pílar vísa djúpt yvirflotsrák, meðan reyðu pílarnir vísa rák av Atlantssjógvi inn í Norðurhøv. Millum føroyska landgrunnin og Føroyabanka (FB) er Bankarennan og gjøgnum hana streymar Bankarennuyvirflot

Myndin vísir hitan niðri við botn í Bankarennuni (reytt) og rákið av Yvirflotssjógvi gjøgnum rennuna (svart). Rákið er givið í eindini Sverdrup (Sv), sum er tað sama sum ein millión rúmmetrar um sekundið

Havstovan: Í eini nýggjari grein í vísindatíðarritinum “Geophysical Research Letters” verður víst á, at sjógvurin niðri við botn í Bankarennuni er hitnaður seinastu tvey áratíggjuni. Hesin sjógvur rekur í dýpinum suður gjøgnum Íslandsdýpið og verður partur av Norðuratlantiskum djúpsjógvi, sum er týdningarmikil sjógvur í heimshøvunum. Hendan upphitingin kann hava ávirkan á temohalina rákið.

Niðri við botn í Bankarennuni rekur alsamt ísakaldur Yvirflotssjógvur á síni leið út í heimshøvini. Hesin streymur er partur av tí termohalina rákinum, sum er um øll heimshøvini. Rákið er drivið av, at sjógvur kólnar í høvunum norðan fyri okkum og tískil gerst tungur og søkkur niður á stór dýpi. Hetta hendir eitt nú í Grønlandshavinum norðan fyri Grønland-Skotland ryggin, sum er ein undirsjóvarryggur millum Grønland og Skotland (Mynd 1). Dýpini norðan fyri ryggin eru tískil fylt við ísakøldum sjógvi, og tað er hesin sjógvur, sum rekur yvir ryggin gjøgnum tey djúpastu skørðini í rygginum. Tað djúpasta skarðið er Bankarennan, og her er eitt støðugt rák av sonenvdum Yvirflotssjógvi – umleið ein triðingur av øllum Yvirflotssjógvi úr Norðurhøvum ferðast gjøgnum Bankarennuna. Størsti parturin av øllum yvirflotinum fer tó gjøgnum Grønlandsfjørðin millum Grønland og Ísland. Yvirflotssjógvurin er sera týdningarmikil fyri heimshøvini, tí hann eitt nú hevur við sær stórar nøgdir av oksygen og CO­2, sum verður flutt við rákinum til onnur heimshøv.

Havstovan hevur síðani 1995 mátað rákið av yvirflotssjógvi í Bankarennuni. Sum víst á Mynd 2, er rákið støðugt, men hitin niðri við botn er hækkaður lutfallsliga nógv seinastu 20 árini. Samstundis er saltinnihaldið hækkað nakað, og tískil er evnisvektin niðri við botn í Bankarennuni óbroytt. Hinvegin, so blandast Yvirflotssjógvur við Atlantssjógv, beint sum hann kemur út úr Bankarennuni. Evnisvektin á blandingssjónum kann vera lækkað av tí hitnandi Yvirflotssjónum og tað kann føra við sær, at blandingssjógvurin ikki longur kann søkka niður á so stór dýpir í Atlantshavi  sum vanligt. Væntast kann, at upphitingin fer at halda fram, og at saltinnihaldið fer at lækka í komandi árum, m.a. vegna lækkandi saltinnihald í Atlantssjógvi í erva. Um so verður, so fer evnisvektin at lækka, og tað kann uppá sikt ávirka tað termohalina rákið.

Myndin vísir hitan niðri við botn í Bankarennuni (reytt) og rákið av Yvirflotssjógvi gjøgnum rennuna (svart). Rákið er givið í eindini Sverdrup (Sv), sum er tað sama sum ein millión rúmmetrar um sekundið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo