Varðin Pelagic: Varðin Pelagic skipar fyri stórum sjógætistiltaki á mentanarnáttini á Tvøroyri 26. mai, har borðreitt verður við alskyns leskiligum sjórættum.
Gutti Winther fer suður at gera ymiskar rættir úr okkara fiski. Tað fer at smakka! sigur Varðin Pelagic í fráboðan.
- Tú fær møguleika at royna royktar, saltaðar, súltaðar og djúpstoktar rættir úr makreli, sild, svartkjafti og toski. Vit bjóða alt frá grót føroyskum til teilendskar rættir. Drykkjuvørur verða at fáa afturvið, og sjálvandi verður okkurt til ta søtu tonnina omaná. Tiltakið verður á havnarlagnum uttanfyri skrivstovubygning okkara millum kl. 18.00 - 20.00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo