Áirð í fjør var eitt óvanligt ár hjá smápartafelagnum Sjógæti í Norðskála.
Vanliga hava størri og minni hall og harav negativur eginpeningur eyðkent roknskapirnar hjá felagnum, sum sambært leiðslufrágreiðingini fæst við at reka fiskavirki á Norðskála, men eisini er kent fyri sølu av lidnum fiskavørum ymsastaðni í landinum.
Men í fjør var knappliga eitt risayvirskot uppá 27,8 milliónir krónur. Tað skal samanberast við eitt samlað hall undanfarnu trý árini sum táttaði í 9 mió kr. Bruttovinningurin í fjør var 48,3 mió kr, sum er væl meira enn undanfarnu trý árini tilsamans, tá bruttovinningurin var 32 mió kr.
Men alt hevur sínar orsøkir, og í frágreiðingini sigur leiðslan, at ársroknskapurin í týðandi mun er ávirkaður av, at felagið í rokskaparárinum hevur selt fiskiloyvi.
Felagið fekk tillutaðar menningarkvotur fyri nøkrum árum síðani.
Í aðrar mátar líkjast tølini í roknskapinum fyri árið í fjør í stóran mun tølunum fyri 2022. Men tøki peningurin við árslok bæði árini er vaksin frá 1,6 mió kr til 14 mió kr.
Í notunum, undir eventualskyldur, verður sagt, at felagið er partur av einum rættarmáli við TAKS um skatting í samband við sølu av fiskiloyvum. Fellur málið ikki út til fyrimuns fyri felagið, hevur tað við sær munandi ávirkan á fíggjarstøðu felagsins og framtíðarútlitini.
Hans Marius í Byrgi hevur verið stjóri í Sjógæti í nógv ár, og stendur eisini í roknskapinum sum stjóri. Jóhannes Martin Olsen er nevndarformaður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo