Virksemið hjá Sjógæti er nógv vaksið seinastu árini. Soleiðis fleirfaldaðist bruttovinningurin frá 2018 (3,6 mió kr) til 2019 (11,3 mió kr), og vaks aftur munandi í fjør, tá hann var 13,5 mió kr.
Sum vera man eru lønarútreiðslurnar eisini vaksnar hesi árini, úr 3 mió kr í 2018 til 9 mió kr í 2019 og síðani heilar 14 mió kr í fjør.
Men tað kann vera trupult at stýra útreiðslunum tá tølini annars vaksa, og tað gongur beinanvegin útyvir úrslitið. Frá at hava riðið um snarið í 2018 lógu nærum 1,3 mió kr eftir í 2019. Men í fjør glapp av hondum, og úrslitið gjørdist nærum 1,2 mió kr skeiva vegin, tað vil siga sum hall.
Sambært leiðslufrágreiðingini er høvuðsvirksemið hjá Sjógæti at reka fiskavirki á Norðskála.
Fíggjarstøðan javnvigar við 17,7 mió kr og eginognin er 1,5 mió kr.
stjóri er Hans Marius í Byrgi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo