Tvær fyritøkur innan føroyska kavaravinnu leggja nú virksemið saman, sum um tað var í einari fyritøku.
Talan er um fyritøkunar Kav við heimstaði í Klaksvík og SJH Commercial Divers við heimstaði í Vestmanna.
Tilsamans eru einir 16 kavarar knýttir at báðum feløgum. Feløgini ráða eisini yvir fimm arbeiðsbátum eins og aðrari útgerð sum verður brúkt innan yrkið.
Símun Jákup Højsted, sum er annar av stjórunum, sigur, at samanleggingin verður gjørd fyri at fáa ein størri marknaðarpart og betri kappingarføri á føroyska marknaðinum.
Frammanundan hava feløgini havt ein stóran part av sínum umsetningi uttanlands, men í dag er tað mesta av arbeiðnum innanfyri landoddarnar.
Rætting: Tá henda greinin fyrst kom út stóð, at talan var um eina samanlegging av feløgunum. Tað er ikki rætt. Bæði feløgini halda fram, men fara at samstarva sum um talan var um eina fyritøku, hava vit síðani fingið at vita. Haldið okkum tilgóða.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo