Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sum tað er sagt áður: Menninir hjá KÍ hava í ár vunnið meistaraheitið nr. 20, og kvinnurnar nr. 22. Árið er 2022, bæði í kalendaranum og hjá KÍ. Tillukku við tí! Sum hesi tølini vísa, eru kvinnurnar tað sterka kynið í KÍ, og henda talan er mest vend til tað kynið, sum hevur brúk fyri einum herðaklappi. Tað veika kynið.

-

Í fjørsummar var eg vertur tá nakrir útlendskir politikarar vitjaðu í Føroyum – m.a. í Klaksvík.

Vit vildu gjarna vísa gestunum ymisk brigdi av samfelagnum, so tá vit vóru her norðuri fóru vit IKKI á JFK ella Kósina, men á Gloria, har heimleysir menn búgva. Har hoyrdu gestirnar eina góða søgu um at taka ábyrgd av sínum egnu. Sum ein segði: Tað líktist ongum at eingin hurð fyrr var opin fyri heimleysum í Klaksvík, og at mann tí, á Herberginum í Havn, regluliga sá menn við KG á rygginum.

Hallgerð Akurstein gav gestunum innlit í samkomuna Soli Deo Gloria og um hví tey saman við øðrum hava tikið hesa sosiala uppgávuna uppá seg.

Vit vóru í Christianskirkjuni, har Øssur Kjølbro greiddi frá teirri serstøku søguni og teimum legendarisku listarverkunum hjá Edwardi Fuglø í kirkjukjallaranum.

Í Betesda fortaldi Jógvan við Keldu hví ein skotsk meinigheit var blivin so sterk í Føroyum, og Jóhan Páll Joensen segði stoltur frá um tann nýggja bygningin, sum bleiv reistur við gávum og sjálvbodnari arbeiðsmegi.

Á Føroya Bjór bjóðaði Annika Waag Black Sheep, Veðr og Classic meðan gestirnir hoyrdu um bæði fyritøkuna og hesa serstøku familjuna, sum hevur skúmandi øl æðrunum.

Tað var alt hugtakandi. Men hesi fólkini, sum júst høvdu sæð sendirøðina um læknastríðið, fingu eisini fatan av einum býi sum gekk í fleiri bólkum.

Mann klappar ikki í kirkjuni, mann gongur ikki høgt upp í traditiónir í Soli Deo Gloria, mann hevur ikki ungdómsmøti á Føroya Bjór, og mann drekkur ikki øl í Betesda.

Hvar var tað, sum sameindi karismatikarar og babtistar og kirkjufólk og tey, sum virðismeta vørurnar frá Føroya Bjór?

Felagsnevnarin
Jú, tann felagsnevnaran vitjaðu vit eisini: KÍ!

Har segði Hilmar Danielsen eina fantastiska søgu um hvussu mann stendur saman – og hvussu mann vinnur. 

Í 42 ár – frá 1972 til 2014 – høvdu KÍ-menninir vunnið FM tvær ferðir og vóru fluttir niður einaferð.

Tá komu nakrar fýrar saman og settu sær spurningin: Skulu vit halda fram soleiðis, og staðfesta at vit eru verri enn hinir, at vit ikki orka, ikki duga og gremja okkum um, at hini hava pengarnar – ella skulu vit savna allar kreftir, seta stór mál og gera alt, sum vit kunnu?

Mann kann siga, at tað sum hesir menninir spurdu seg sjálvar var: Skulu vit lata okkara hugburð og atburð verða treytaðan av tí veruleika vit standa í beint nú – ella skulu vit lata eina nýggja hugsjón stýra okkara atburði.

Sagt øðrvísi: Skulu vit hugsa, sum vit liva – ella skulu vit liva, sum vit hugsa?

Skulu vit hugsa sum teir taparar vit eru? Ella skulu vit hugsa sum teir vinnarar, vit vilja vera - og so bera okkum at hareftir?

Ein persónur, ein fyritøka ella eitt ítróttarfelag sum ger tað – ER longu ein vinnari.

Ein vinnari er tann, sum megnar at liva sambært sínum egnu virðum og málum.

Tá mann ger tað, sigrar mann gjøgnum sín hugburð og sína atferð. Og so koma hinir meira konkretu sigrarnir eisini. Persónurin, sum livir sum hann hugsar, verður væl lýddur.

Fyritøkan, sum livir sum hon hugsar, fær góð úrslit og veksur. Ítróttarfelagið sum livir sum tað hugsar fær góð útslit – og til endans steyp.

Tað eru ikki FM steypini í 19 og 21 og 22 sum gera KÍ til ein vinnara. Steypini eru úrslit av, at tit hava vunnið á tykkum sjálvum og bera tykkum at hareftir.

Uttan pengar gerst lítið, og tann fyrsta uppgávan í 2014 var at fáa vinnulívið í økinum at trúgva uppá, at nú var KÍ eitt lið við vinnarahugburði og vinnaraatferð. Einki sannførir onnur so væl sum at vera sannførdur sjálvur, og tað mugu hesir menninir hava verið, tí vinnulívið kom umborð beinanvegin. Tað er simpul logikkur: Mann setir pengar í eina fyritøku, sum mann trýr uppá. Og eitt fótbóltsfelag í dag er, um vit vilja tað ella ei, nokkso líkt einari fyritøku.

Men eitt er at bestemma seg til at gera okkurt – nakað annað er at gera tað.

Lagnustundin í 2016
Nú skal eg siga tykkum nær mann ordiliga sá, at KÍ var ein vinnari.

Tað var í 2016.

Tá sá longu út til, at tann stóra satsingin frá 14 fór geva úrslit. Aftaná 24 umfør lá KÍ tvey stig fremst, og sigldi móti FM í elegantum stíli og fyri fullum seglum. Har var lítil ivi, tí tann 26. dysturin var móti B68, sum lá langt aftast. Men fyrst skuldi mann líka avgreiða AB, sum lá næstaftast. Tann dysturin var tann 2. oktober á Argjum, og ”Liðið tað oytir KÍ” rungaði í skýlinum inni í Vika.

Mann hoyrdi ongan AB-ara, og mann sá ikki nógv til AB á vøllinum.

Men frensarnir vunnu 3-1.

KÍ tapti ikki bara dystin, men eisini føroyameistaraheitið.

Tað var tá tit skuldu vísa, at tit nú livdu, sum tit hugsaðu – og ikki hugsaðu, sum tit livdu. At tit vóru vinnarar.

Veruleikin tá var, at KÍ var eitt lið sum ikki kláraði at vinna FM. Sum tapti mótir AB. Vissi tit tá høvdu hugsað sum tit livdu, so høvdu tit hugsað, at tit ikki kláraðu tað. Tað var sjón fyri søgn. Tit vóru taparar.

At sýna vinnarahugburð tá mann vinnur, er lætt. Mann skal bara hugsa sum mann livir. Men skal mann sýna vinnarahugburð tá mann tapir, so má mann liva, sum mann hugsar.

Og tað var tað, tit gjørdu. Tit høvdu tapt ein dyst og eitt føroyameistaraskap. Men tit høvdu definerað tykkum sjálvar sum vinnarar, og tit hildu fram at liva, sum tit hugsaðu. Og so vunnið tit steypið í 16 og FM í 19 og 21 og 22. Og kanska steypið í 22 eisini.

Áðrenn avgerðina í 2014 høvdu tit brúkt 42 ár um at vinna tvey meistaraskap. Síðstu árini hava tit brúkt fýra ár um at vinna trý.

Dreymurin um bólkaspælið
Vissi tit nú hugsaðu sum tit livdu, høvdu tit sagt: Vit vinna aftur FM í 23. Tað er soleiðis, tað er.

Men tað, sum er, er ikki fyri ein vinnara. Ein vinnari skal víðari. Hann hugsar langt fram. Hann hugsar strategiskt. Og hann setir sær sjálvum krøv. Sum tann rock-køni Klettskarð pápin helst hevur kvøðið yvir vøgguni hjá soninum: There’s a long way to the top if you wanna rock’n’roll.

Longu í 17 setti leiðslan í KÍ sær sum eitt langtíðar, strategiskt mál, at KÍ skuldi í eitt bólkaspæl í Europa.

Nú er tað ikki longur eitt langtíðarmál, men eitt eitt aktuelt mál.

Og í 20 høvdu tit tykkara ”AB-moment” í europeiskum høpi.

Dundalk í Dublin. Tit skuldu vunnið. Men tit taptu.

Sum steinurin hjá Sisofos rullar heilt niður av fjallinum, tá hann hevur knossað hann næstan heilt upp á tindin, máttu tit byrja aftur av nýggjum.

Fet fyri fet, metur fyri metur knossaðu tit steinin niðanaftur. Og á Tórsvølli 11. august í ár var hann – heilt bókstaviliga talað - millimetrar frá at liggja, har hann skuldi.

Men Balkani vóru hepnir. Dómarin var óneyvur. Og steinurin rullaði omanaftur.

Men – og tað er munurin – hann rullaði ikki heilt oman á slætt. Hann rullaði bara so langt oman, at tit nú ”bara” standa eftir sum FM-vinnarar. Og møguliga steypavinnarar.

Tykkara ”base camp” er nú langt uppi á fjallasíðuni, og tindurin er alla tíðina í eygsjón.

Tann, sum støðugt stílar móti stjørnunum, endar aldrin í veitini.

Einki blátt landslið
At koma upp á tindin merkir eisini at koma upp í kuldan.

KÍ fer neyvan at kunna sameina Føroyar, eins og tit sameina norðoyggjar.

Hóast tit koma í hatta bólkaspælið verða tit ikki ordiliga tað bláa landsliðið hjá Føroyum.

Tey flestu vóna nokk at tit klára tað – men tit fáa hvørki gøtufólk ella suðringar at siga, at tey halda við KÍ. Fyri ikki at tala um okkum úr Havn.

Men klára tit tað, verða tit ein enn størri íblástur fyri onnur, enn tit longu eru.

Tit fara at vísa øllum, at roynir mann at liva, sum mann hugsar, kann mann koma langt. Ikki bara innan ítrótt, men eisini innan vinnulív, mentan, politikk og reint persónliga.

Tit fara at vísa, at mann sum tað fyrsta má spyrja: Hvør vil eg vera? Sum tað næsta: Hvørjum vil eg náa. Tað triðja: Hvørjum KANN eg náa. Tað fjórða: Hvat krevst. Og sum tað síðsta siga: Eg geri tað!

Ger mann tað, er mann longu ein vinnari, tí mann hevur vunnið á sær sjálvum. Á komfortinum. Á sofuni. Á teimum mongu skermunum. Og á teirri undirliggjandi hugsanini um, at mann bara skal hugsa, sum mann livir.

Satsið uppá tað lokala
Til endans loyvi eg mær at koma inn á eitt eldfimt øki – nevniliga samansetingina á liðnum.

Eg hevði einaferð ein fínan starvsfelaga á Christiansborg, sum kallast Magni Arge.

Eitt kvøldið vit sótu við eini øl eftir ein langan dag, segði hann nakað, sum festi seg:

”Minnist tú, Sjúrður, tá teir fyrstu føroysku pilotarnir fóru at flúgva?” spurdi hann. ”Minnist tú at tað gjørdi fólk ótrygg tá tey hoyrdu føroyskt úr cockpittinum? Tey høvdu jú aldrin hoyrt annað enn danskt og ivaðust í, um ein føroyingur mundi duga nóg væl.”

”Og hugsa so um í dag”, helt hann fram. ”Nú verða fólk ótrygg, tá tey hoyra ”velkommen om bord” úr cockpittinum. Tey ivast í, um ein danskari kann duga at flúgva Føroyum.”

Magni hevur rætt. Og hatta er ein týdningarmikil søga um at trúgva uppá seg sjálvan, sum tit skulu minnast til.

Tit satsaðu uppá ein føroyskan pilot sum eitur Mikkjal. Hann hevur sett bæði sær sjálvum og øðrum ótrúliga hørð krøv. Og tað krevst, tá eitt heilt felag ikki bara skal hugsa sum ein vinnari, men liva sum ein vinnari.

Men á vøllinum mugu tit eisini satsa uppá tykkara egnu Klettskarðar. Tykkara egnu Andreasenarar. Tykkara egnu Bjartalíðarar.

Skulu tit varðveita stuðulin í Klaksvík og virðingina í restini av Føroyum, so má tað ongantíð blíva soleiðis – heldur ikki um tit ein dag koma til heilt nógvar pengar – at fólk fara at kenna seg ótrygg, um tey hoyra for nógv ordiliga fløt A við Djúpumýru.

KÍ má verða verandi Klaksvíkar Ítóttarfelag.

Eisini tey, sum hata tykkum, virða tykkum
Til allar síðst havi eg eina heilsan frá Mikkjal til besta liðið hjá monnum. Av tí, at tað er veitsla, er hann rættiliga large, og slakar uppá disiplinina. So tit kunnu sova leingi í morgin. Morgunvenjingin er útsett frá klokkan fimm til hálvgun seks!

Viðvíkjandi steypafinaluni hevur hann eisini eini laid-back boð: Farið bara út og njótið dystin móti Víkingi. Minnist bara til eina detalju: Mann nýtir bara ein dyst, vissi mann vinnur hann :).

Sjálvur fái eg ikki so væl ynskt tykkum góða eydnu við finaluni og meint tað. Og tit mugu eisini læra, at tá mann er blivin tað føroyska svarið uppá Bayern München, so eru tað ikki nógv onnur enn tey lokalu, sum vóna, at mann vinnur.

Minnist bara til, at sjálvt tey, sum mest hata at síggja tykkum vinna, hava virðing fyri tí, tit hava gjørt.

Takk fyri – og blíðan byr framyvir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo