Sjálvstýri hevði landsfund á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin leygardagin 15. juni. Væl av fólki var møtt og var talan um ein jaligan og gevandi fund.
Eftir aðalfundin var greitt, at øll leiðsla floksins heldur fram og bleiv Sámal Petur í Grund einmælt afturvaldur til formann floksins.
Eftir fundin var fyrilestur við evninum ”Avbjóðingar í Ferðavinnuni”, har mongu avbjóðinganar við nýggju ferðavinnulóggávuni vóru umrøddar.
Jógvan Hovshólm var fyrilestrarhaldari og vóru Theresa Thuridardóttir Kreutzmann, Magnus Gaard, Jógvan Hovshólm og Sámal Petur í Grund í paneli sum svaraði uppá spurningar frá fundarfólkinum. Fundurin var sera lívligur og gevandi.
Yvirlýsing frá landsfundinum, 15. juni 2024
Sjálvstýri ásannar, at:
-
lønarlagið hjá arbeiðarafjøldini framvegis er alt ov lágt
-
pensjónistar mugu fáa betri sømdir á arbeiðsmarknaðinum
-
øll eiga rætt til og skulu hava ráð at gjalda fyri bústað
-
ferðavinnupolitikkurin skal endurskoðast
Sjálvstýri virkar fyri rættvísum lønum og burðardyggari menning. Vit vilja hækka lønirnar hjá arbeiðarum, tryggja fulla pensjón til pensionistar, rímilig bústaðarviðurskifti til øll og endurskoða lógina um burðardygga ferðavinnu. Við hesum átøkum vilja vit skapa eitt sterkt, javnt og sjálvbjargið samfelag fyri allar borgarar.
Burðardyggar lønir: Lønin hjá arbeiðarunum má hækkast til eitt støði, sum ger, at tey kunnu búseta seg. Núverandi løn er ov lág, og tað ger tað torført hjá mongum at finna ein bústað, tey hava ráð til.
Pensionistar á arbeiðsmarknaðinum: Vit standa fast við, at pensionistar skulu ikki verða fíggjarliga mótroknaðir, um teir velja at arbeiða. Teir hava rætt til fulla pensjón óansæð arbeiðsstøðu.
Bústaðarviðurskifti: Vit vilja tryggja, at allir borgarar hava ráð at ogna sær ein bústað ella leiga ein til rímiligan pening. Bústaðarpolitikkur skal tryggja, at allir samfelagsbólkar hava møguleika til ein tryggan og sámuligan bústað.
Burðardygg ferðavinna: Lógin um burðadygga ferðavinnu skal endurskoðast alt fyri eitt. Endurskoðanin skal gerast í samstarvi við bøndur og jarðareigarar fyri at tryggja breiðan fólksligan stuðul og eina burðardygga, gevandi framtíð fyri ferðavinnuna fyri alt landið.
Sjálvstýri vil tryggja eitt sterkt, javnt og sjálvbjargið samfelag fyri allar borgarar. Vit fara at arbeiða áhaldandi fyri at røkka hesum málum og gera Føroyar til eitt enn betri stað at liva, arbeiða og eldast í. Vit bjóða øllum at stuðla okkara ætlanum og taka lut í at skapa eina bjartari framtíð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo