Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Samgongan hevur reypað sær av, at hon er ein minnilutasamgonga.

Tó megnaði hon fyrsta dagin eftir seinasta løgtingsval at fáa Sjálvstýri í sín part og fekk á tann hátt tryggjað sær allar formanssessirnar í teimum seks stóru nevndunum í Løgtinginum.

Tað kann ikki annað enn sigast at vera sera ódemokratiskt, at ein minnilutasamgonga eigur allar formenninar í teimum seks stóru løgtingsnevndunum.

Serliga, tá hugsað verður um, at henda samgongan sigur seg hámeta demokratiið.

Tá nevndir verða valdar, er tað rein matematikk, hvussu tær verða valdar.

Nú hevur samgongan ræðið á 17 tingfólkum, og tað merkir, at um nevndarval verður av nýggjum, fær andstøðan tríggjar av teimum stóru nevndarformanssessunum.

Tí kann samgongan bara missa, um hon ynskir nýtt nevndarval.

Tað merkir samstundis, at hon ikki kann taka fíggjarnevndarsessin og formanssessin í Rættarnevndini frá Kristini Michelsen.

Einasti møguleiki fyri hesum er, um samgongan enn einaferð megnar at fáa onkran andstøðuflokk í sín part.

Men tað er neyvan hugsandi. 

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo