Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Sjálvbjargni við eplum og øðrum matvørum

Spurningar:
1. Hvussu nógv setepli eru sett niður seinastu 10 árini í Føroyum?

2. Hvør er miðal úrtøkan hesi árini?

3. Hvussu stórur prosentpartur av teimum eplum, sum blíva etin í Føroyum, eru velt í Føroyum?

4. Hvussu nógv setepli skulu setast niður, fyri at vit gerast sjálvbjargin við eplum í Føroyum?

5. Hava landsmyndugleikarnir sett røttu karmarnar, fyri at vit blíva sjálvbjargin við eplum?

6. Hvat ger landsstýrismaðurin, fyri at vit blíva sjálvbjargin við eplum?

7. Hvørjar aðrar matvørur metir landsstýrismaðurin, at vit kunnu framleiða 100% sjálvi, so at vit gerast meiri sjálvbjargin sum land?

8. Metir landsstýrismaðurin, at matvøruveitingartrygdin í Føroyum er nøktandi?

Viðmerkingar:
Í samband við kríggið í Ukraina og annan ófrið í heiminum hevur mangan verið tosað um matvøruveitingartrygd. Eisini her í Føroyum.

Undir verkfallinum var sjón fyri søgn, hvussu skjótt handlarnir tømdust, tá ið flutningurin steðgaði upp. Hetta gevur einum varhuga av, at vit eru viðbrekin, tá tað kemur til matvøruveitingartrygd.

Hesin spurningur verður settur fyri at seta sjóneykuna á epli, sum skuldi verið ein uppløgd matvøra at byrja við, tá ið vit tosa um sjálvbjargni av matvørum.

Á Løgtingi, 12. juni 2024
Steffan Klein Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo