Seinastu dagarnar er kjak íkomið um mongu føroyingarnar sum fara av landinum at lesa. Og tó er uppundir at tað er ikki gott at ung fara av landinum. Eg haldi, at tað er sunt og gagnligt, at nøkur av okkara ungu sleppa úr dunnuhylinum eina løtu. Tað gevur teimum høvi at síggja heimin, víðka sjónarringin og byggja upp vitan og royndir, ið kunnu ríka bæði tey sjálv og føroyska samfelagið tá tey koma útbúgvin aftur. Spurningurin er tó, hvussu vit fáa tey at venda heim aftur, og kanska er neyðugt at hugsa strategiskt og gera lokkanina meira markanta og málrættaða, ístaðin fyri at fáa tey ið lesa uttanlands at føla seg sum sum tey ið hava tikið eina skeiva avgerð.
Ein møguleiki er at veita meira stuðul til feløg sum MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta) og føroysk faklig lestrarfeløg á útlendskum universitetum. Hesi feløg kunnu vera ein lykil til at skapa tilknýti og føra føroyska mentan og arbeiðsmøguleikar nærri teimum lesandi uttanlands.
Eisini kundi tað verið gagnligt at eggja føroyskum fyritøkum til at samstarva meira við føroyskar lesandi uttanlands, eitt nú við at bjóða høvið at skriva bachelor- og masterritgerðir í samstarvi við fyritøkur og almenn arbeiðspláss í Føroyum. Hetta er nakað, vit hava góðar royndir við á CBS, har slíkt samstarv bæði styrkir lesandi og vónandi gevur vitan til fyritøkurnar.
Harumframt kunnu kommunur spæla ein týðandi leiklut, eitt nú kanska við at skipa fyri lokalum jobmatchstevnum, har lesandi fáa møguleika at kunna seg um arbeiðsmøguleikar í Føroyum.
Eisini átti Kringvarp Føroya at gjørt meira fyri at verða atkomuligt hjá teimum lesandi, sum búgva uttanfyri Føroyar. Hetta kundi verið við at lagt ÚF sendingar út sum vanlig poddvarp á Spotify og Apple og at forhandla seg til at dystir har landssliðið spælir kunnu síggjast av føroyingum uttanlands.
Eitt annað uppskot er at skipa fyri lestrar- og yrkisrættaðum webinarum yvir internetið, har evnir sum eru viðkomandi fyri føroyska arbeiðsmarknaðin verða umrødd. Hesi webinar kunnu geva teimum lesandi eina betri fatan av møguleikum í Føroyum og eisini geva fyritøkum og almennum arbeiðsplássum høvi at marknaðarføra seg sjálvar.
Við at skapa slik tiltøk kunnu vit skapa eitt sterkt netverk og eina støðuga áminning um, at Føroyar eru eitt áhugavert og spennandi stað at venda heim aftur til. Hetta skullu vit heldur gera ístaðin fyri at fáa ung ið hava valt at lesa uttanlands at føla at tey hava tikið eina skeiva avgerð.
Jóhannes Miðskarð,
PhD
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo