Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tilflytingin til høvuðsstaðin hevur verið stór seinastu árini, úr umleið 250 upp í 460 um árið. Hetta førir nógv virksemi við sær á bústaðarmarknaðinum.

Seinastu fimm árini er talið á nýføðingum eisini hækkað úr í meðal 262 til 293 árliga í mun til meðaltalið tey fimm árini frammanundan.

Í farnu viku roknaði Kringvarpið seg fram til, at tørvur var á 150 búeindum árliga frameftir í høvuðsstaðnum.

Sambært bústaðarpolitikkinum, sum varð samtyktur í juni 2018, so var ætlanin, at fram til 2022 skuldu gerast 200 sethús, 100 tví- og raðhús, 240 íbúðir og 60 lestraríbúðir.

Millum 2022 og 2030 var so ætlanin at útvega 1400 búeindir aftrat. Málið var 600 búeindir fram til 2022.

Hyggja vit at veruligu støðuni sæst, at í hesum tíðarskeiðnum eru higartil útskrivað 662 byggiloyvi, harav 211 sethús, 427 íbúðir og 24 sambýli.

Harumframt liggja 233 umsóknir inni, har byggiloyvi ikki er útskrivað enn – 21 sethús og 212 íbúðir.

Tilsamans er sostatt talan um 895 búeindir fram til 2022.

Verulig gongd er eisini komin á privatar útstykkingar, tann størsta higartil við 120 íbúðum liggur við Landavegin. Men her eru fleiri byggiverkætlanir, sum bíða eftir endaligum loyvi.

Verða hesar góðkendar nú, verður talan um fleiri enn 1200 búeindir, sum fara í gongd fram til 2022.

Tað fyrsta, sum nú er á skránni, er at gera um 150 nýggjar bústaðareindir omanfyri Argjahamar við Glyvursvegin. Lendið er keypt, heildarætlan verður nú gjørd og so verður økið boðið út.

Talan verður um tætt og blandað byggjarí við rað- og randarhúsum og møguliga einstøkum sethúsum. Eg kann nevna, at samstundis eru stórar privatar ætlanir í gongd við leiguíbúðum aðrastaðni í býnum.

Sostatt beri eg ongan ótta fyri, at høvuðsstaðurin frameftir ikki fer at megna at nøkta tørvin á búeindum.

Heðin Mortensen,
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo