Ein millión restaði í á botnlinjuni hjá Norðsetri í Hvalvík í fjør. Orsøkin er væl minni bruttovinningur. Bruttovinningurin minkaði úr 9 mió kr í 2021 til 5,5 mió kr í fjør.
Hetta hevur annars ikki verið vanligt, og í yvirlitinum hjá Vinnuvitan, sum gongur aftur til 2004, hevur onki hall verið men tvørturímóti eitt miðal yvirskot uppá umleið eina millión krónur eftir skatt hvørt ár.
Norðsetur er væl fyri við góðum gjaldføri og eini fíggjarstøðu sum javnvigar við smáum 30 mió kr, harav nærum alt ella 24 mió kr er eginogn.
Helgi Olsen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo