Skúlablaðið: Í vikuni var eg eitt rend niðri í 3. flokki og avloysti tveir tímar í støddfrøði fyri starvsfelaga, ið hevði forfall. Slíkt, sum jú kemur fyri av og á. Vanliga undirvísi eg bara í hádeild, so eg kendi als ikki flokkin. Men tað bleiv ein fín uppliving. Stak fitt, dugnalig og skilagóð børn, var mín greiða fatan.
Má viðganga, at meira kundi komið burturúr, hvat støddfrøði viðvíkir. Tey høvdu góðan hug at práta um leyst og fast, og tað dugdu tey eisini stak væl. Altíð stuttligt at hoyra børn kjakast og siga frá, serliga tá ið tey eisini duga at geva hvørjum øðrum tíð og rúmd. Ikki minst í yngru flokkunum.
Men so við og við legði eg merki til eina gentu, sum sýntist eitt sindur ørkymlað. Sjálvt um hon sýntist at trívast, var tað eins og hon ikki skilti, hvat gekk fyri seg. Hon skilti í grundini einki av tí, ið sagt var. Men eftir, at eg helt meg hoyra hana siga nøkur eystureuropeisk orð, legði eg skjótt tvey og tvey saman.
Hon vísti seg at vera, sum eg eisini gitti, úr Ukraina. Hevur gingið í flokkinum í skjótt hálvt ár, men føroyskt er enn sera trupult fyri hana. Eg hugsaði, neyðars genta. Sita í einum flokki, dag út og dag inn og skilja einki. Tað má vera sera hart og einsligt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo