Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í ár er triðju ferð at Føroyar luttaka í altjóða bókmentatiltakinum Transpoesie í Brússel. Sissal Kampmann fer at lesa yrkingar upp á føroyskum á einum almennum tiltaki hóskvøldið 8. oktober, saman við yrkjarum úr Pólandi, Estlandi, Israel, Ungarn og Noregi. Ungarska mentanarhúsið í Brússel, Balassi Institutt, verður karmur um tiltakið, ið verður klokkan 20.

Afturvendandi Transpoesie tiltakið í Brússel hevur til endamáls at varpa ljós á almenna evropeiska dagin fyri mál - 26. september - sum Evroparáðið og ES settu á stovn í 2001 fyri at fagna máli og málsligum fjølbroytni. Transpoesie 2015 hevur skipað fyri 4 ymiskum tiltøkum síðani í september. Yrkjarar úr 24 londum lesa verk síni upp alment á egnum máli,  samstundis sum týðingar til franskt, hollendskt og/ella enskt verða varpað á stórskíggja. Tiltakið hóskvøldið verður tað seinasta í røðini í ársins Transpoesie.

Sendistova Føroya til ES gjørdist fyri trimum árum síðan atlimur í EUNIC Brússel, sum er eitt samstarv um mentan millum mentanarstovnar og sendistovur úr evropeiskum londum við umboðan í Brússel. Hetta hevur millum annað havt við sær, at Føroyar hava fingið møguleika at fáa føroyskar yrkingar við í Transpoesie, sum EUNIC Brússel skipar fyri í samstarvi við býráðið í Brússel og ávísar navnframar lista- og bókmentastovnar í býnum. Sum partur av EUNIC Brússel samstarvinum er Sendistova Føroya eisini vorðin sjónlig sum ein av viðvirkandi stovnunum fyri Transpoesie og hevur eisini átikið sær ein virknan leiklut í at samskipa  Transpoesie.

Undanfarnu árini hava yrkingar verið at sæð í bussum, sporvognum og í metro’ini, umframt á plakatframsýningum í belgiska høvuðsstaðnum. Í ár verða yrkingarnar tó ikki vístar fram í samferðslukervinum. Í staðin verður størri dentur lagdur á livandi tiltøk við upplestri og eina dagførda heimasíðu, sum verður eitt livandi savn av øllum teimum yrkjarum og yrkingum, sum higartil hava myndað Transpoesie í Brússel. Við støði í hesum er vón um, at tiltakið fer at menna seg uppaftur meir komandi árini.

Ársins føroyska umboð í Transpoesie, Sissal Kampmann, er útbúgvin í norðurlendskum máli og bókmentum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hennara fyrsta yrkingasavn, Ravnar á ljóðleysum flogi – yrkingar úr uppgongdini, kom út í 2011. Síðani hevur Sissal givið út søvnini Endurtøkur (2012, 4D (2013) og  Hyasinttíð (2014). Sissal er eisini fyrsti føroyingur at fáa handað Klaus Rifbjerg debutantprísin fyri lýrikk, sum verður latin av Danska Akademinum.

Til ber at lesa meira um Transpoesie á www.transpoesie.eu. Meira fæst eisini at vita við at venda sær til Sendistovuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo