Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hitti nýggja stjóran í Listasavni Føroya, Solveig Hanusardóttir Olsen. Solveig greiddi landsstýriskvinnuni frá um virksemið á Listasavninum; teimum mongu vitjandi og tær spennandi verkætlanir, sum liggja fyri framman.

Landsstýriskvinnan fekk eisini høvi at síggja ta nýggju framsýningina, Træðrir, ið letur upp fríggjadagin 6. sept. 2024 og er ein framsýning við fimm installatiónum, sum fimm føroysk samtíðarlistafólk hava gjørt. Listafólkini eru Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Maibritt Marjunardóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Alda Mohr Eyðunardóttir.

Somuleiðis bleiv tosað um verkætlanina at umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavnið, sum væntandi fer at merkja virksemið á stovninum tey komandi trý árini.

- Listasavn Føroya stendur framman fyri einari spennandi framtíð. Listasavnið er ein dýrgripur fyri okkara land og okkara fólkasál. At koma inn í Listasavnið og uppliva avrikini hjá okkara dugnaligu listafólkum gevur mær gleði og sálarró. Listin knýtir okkum saman. Hon bjóðar okkum av og fær okkum at reflektera, segði landsstýriskvinnan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo