Sírakkur teknar/skrivar: Búskaparráðið málar eina myrka framtíðarmynd í bestu tíðum. Samgongan sigur, at tað er Klandur, Kríggj og Korona, sum er orsøkin til skeivu gongdina.
Andstøðan rættir eina hjálpandi hond, og skjýtir upp, at vit skulu seta vindmyllur upp á havinum, higani og til Hetlands. Byrjað verður av Sandi til Suðuroynna. Andstøðan gloymir, at fyri hvørja vindmyllu veksur undirskotið á fíggjarlógini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo