Silvurdrongur hevur útgivið eitt nýtt staklag saman við einum stuttligum sjónbandi, sum er filmað við einum gomlum bandkamera eftir havnargøtum. Lagið eitur "Pussa súllið" og spælir nógv við orð, vendingar og hugtøk.
Per I. Højgaard Petersen hevur framleitt lagið, sum Jens L. Thomsen hevur ljóðblandað. Trygvi Danielsen eigur orðini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo