Enskir miðlar skriva í kvøld, at Marco Silva er sagdur úr starvinum sum managari hjá Everton.
Hetta hendir í kjalarvørrinum av 5-2 tapinum í gjárkvøldið ímóti grannunum og arvafíggindunum úr Liverpool FC.
Everton liggur í løtuni á 18. plássi í Premier League við 14 stigum fyri 15 dystir.
Marco Silva náddi at vera managari hjá The Toffees í 18 mánaðir.
Frammanundan Everton hevur Silva eisini verið managari hjá Watford, Hull City, Olympiakos, Sporting CP og Estoril.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo