Siloa: Mikukvøldið 8. mai kl. 20.00 verður sangløta við Siloakórinum í Siloa í Fuglafirði. Felagssangur verður eisini á skránni.
Siloakórið hevur mong ár á baki og er knýtt at samkomuni í Siloa – og mikukvøldið verður, eins og vanligt plagar at vera hesa tíðina, boðið til konsert/sangløtu, áðrenn farið verður í summarfrí.
Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.
Ein góður drekkamunnur verður aftaná.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo