Ríðisambandið: Kappingin í Tvíspor vaksin hevur sjáldan verið so jøvn sum í ár. Tað var eisini spenningur líka til seinasta riðil, tá FM kappingin í gjár var avgjørd í Vágum. Seinasti riðil var ein beinleiðis finala um hvør skuldi gerast føroyameistari í Tvíspor vaksin. Rossini vóru Bragi av Eiði og Óðin úr Havn. Reiðfólkini vóru bæði úr Havn, Alberg B. Lútzen á Braga og Silja G. Eystberg á Óðin. Hvørgan teirra hevði vunnið FM undan hesa kappingina.
Óðin fekk tó tann betra startin og hóast Alberg Lútzen og Bragi royndi alt teir vóru mentir, so fingu teir ikki Silju G. Eystberg og Óðin aftur. Munurin á málinum var tó bert 10 hundrandapartar av einum sekundi. So lítil var munurin millum gull og silvur í FM stríðnum. Sostatt gjørdist Óðin og Silja G. Eystberg føroyameistari í Tvíspor vaksin í ár.
Óðin vann tó ikki kappingina á degnum, tíðin rakk bert til eitt triðjapláss. Sum nevnt hevur kappingin í ár verið sera jøvn og í gjár var tað føroyamestarin frá í fjør sum vann. Silfá við Ásu Bárðardóttir var á degnum næstan eitt hálvt sekund betri enn nýggji FM vinnarin, Nummar tvey á degnum gjørdist Grani við Halli Hansen á baki, teir vóru beint í hølinum á Silfu. FM støðan gjørdist at Óðin vann við 27 stigum, nummar tvey var Bragi við 25 stigum og nummar trý Silfá við 20 stigum.
Dagurin hjá Silju gjørdist ikki verri av tí henni eisini eyðnaðist at vinna FM í Tølt, hetta var á hestinum Tango.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo