Føroya Sílaveiðifelag tekur undir við sjónarmiðinum um, at Sandá og økið framvið Sandá skal varðveitast sum eitt fríøki.
Frá Sandagerði og heilt niðan í Havnardal er longu nú gjørdar gøtur alt ov tæt framvið áarbakkan til ampa fyri áarlív og fuglalív.
Ein stórur og høgur bygningur so tætt at ánni vil eftir okkar meting verða til enn størri ampa.
Einans eru Sandá og Hoydalsá eftir í Havn sum ikki eru farnar undir heilt. Latum okkum varðveita tær og fríøkini fram við til gagns fyri okkum sum nú eru og komandi ættarlið.
Vegna nevndina í Føroya Sílaveiðifelag
Jón í Haraldsstovu
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo