- At landsstýrismaðurin, Dennis Holm, velur at brúka ráð frá privatum um Suðuroyartunnilin, kann eg ikki sum stjóri á einum stovni, sum hevur sum fremstu uppgávu ráðgeva politisku skipanina, góðtaka, og tað hevur framskundað uppsøgnina.
Tað sigur Sigurd L. Lamhauge, sum hevur sagt seg úr starvi sum stjóri á Landsverki, í samrøðu við KVF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo