Sigrun Gunnarsdóttir, sum áður fleiri ferðir hevur havt framsýningar í Japan er nú boðin at luttaka á eini framsýning, sum TCG Nordica skipar fyri.
Henda framsýningin letur upp í dag 16. september 2015 í býnum Kunming.
Á Kinatúrin kemur Sigrun eisini at luttaka á eini framsýning í Beijing. Henda framsýningin verður í Sunshine International Musem í Beijing.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo