Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Signy A. Hermansen í starvið sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla frá 1. januar 2016 at rokna.
Signy A. Hermansen er 40 ára gomul og býr í Havn. Hon tók læraraprógv í 2012 og hevur eftir lokna útbúgving starvast sum lærari í Skúlanum á Giljanesi.
Frá 1. mai til november í ár var hon tó partur av leiðsluni og røkti starvið sum varaskúlastjóri. Eisini hevur hon ymisk viðkomandi skeið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo