Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað heilaga landið er heilagt vegna tess, at Guðs útvalda fólk er útvalt. Lyftið var givið Ábrahami, at hann skuldi nørast í stórum og verða til tjóðir. Guð gjørdi ein sáttmála millum sín og Ábraham og avkom hansara ættarlið eftir ættarlið.

Talan er um ein ævigan sáttmála um, “at eg skal vera Guð tín og avkoms tíns eftir teg.” Lyftið var ikki einans andaligt, t.e. eitt trúarmál. Lyftið var ítøkiligt um vídd av jørð og landi. “Og eg gevi tær og avkomi tínum eftir teg land útiseturs tíns, alt Kánáanland sum æviga ogn, og eg skal vera Guð teirra.” (1. Mósebók 17,8).

Í hesum orðunum hvílir mín trúgv. Hon er ikki bláoygd ella einføld. Hon er tað beint øvugta. Tað er mikið torført at greina trúnna, um vit hava heimssøguna í huga. Tó, trúgvin er ein andalig sannføring og ein djúpur friður í mínum innara menniskja.

Tað er staðfest í søguligari tíð, at Ísrael og tað jødiska fólkið hava reist seg aftur á føtur eftir kríggj, forfylging og heimsótt. Ein andakt er avmarkað og rúmar ikki drúgvum søguligum frásøgnum. Víst verður til tvinni søgulig dømi: Staturin Ísrael og seksdagakríggið.

Tað heilaga landið er heilagt vegna tess, at sonur Guds var føddur av Mariu moy í hesum umhvørvi. Jesus vaks upp í Nasaret sum jødi millum jødar. Ein timburmaður úr Nasaret, ið seinni gjørdist maður móður Jesu, gjørdist verji hjá syni Guðs barnaár hansara.

Onkuntíð verður spurt, um Ísrael og tað jødiska fólkið altíð hava borið seg rætt og sømiliga at. Svarið er eyðvitað nei. Kristnin í 21. øld e. kr. føðing viðgongur, at mangt er, ið átti at verið øðrvísi, t.d. viðurskiftini við tann arabiska heimin.

Sæð út frá einum kristnum sjónarhorni er hevnisøka og fíggindaskapur av tí ónda. Hinvegin er tað valla djúp andalig hugsan, at eitt land / fólk er fulltikið og uttan lýtir við atliti at áskoðan, gudsótta og politikki. Henda staðfestingin er væl greinað í Halgubók.

Tað heilaga landið er fyri mær heilagt av eini orsøk. Guð valdi sær Ísrael og tað jødiska fólkið sum sítt ognarfólk. Valið skapar ein ævigan veruleika, hóast bæði land og fólk hava verið Guði ólýðin og gingið sínar egnu leiðir.

Valið er Guðs. Tað verður ikki lagað til menniskjans skiftandi lyndi. Útveljingin verður ikki vrakað hóast ólýdni og mistøk hjá tí jødiska fólkinum. Guð angrar ikki sáttmálan.

Vanliga seta vit tað arabiska og tað jødiska fólkið upp hvørt móti øðrum. Samtíðar norðurlendsk søga endurtekur sjónarmiðið, nú danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, í viku 09/21 hevur verið í Ísrael og kannað møguleikan um samstarv millum danir og ísraelar um Covid-19 heilivág.

Dýpdin í halgubók er ómetaliga nógv djúpari enn svørt / hvít sjónarmið. Guð teirra kristnu er ikki merktur av hatri. Um tað mundið, tá ið Ísak var føddur, gjørdi Guð ein ævigan sáttmála við Ábraham um Kánáans land. Eitt annað lyftið er, ið staðfestir Guðs kærleika til øll menniskju.

Trettan ár framman undan fekk Hagar, ið var ein egyptisk trælkonuna hjá Sáru, eitt líknandi lyfti frá Guði. Orsøkin var, at sjalusi var komið í vinalagið millum húsfrúnna og tænastukvinnuna, ið var vorðin við barn við húsbóndanum.

Støðan var hon, at Sára føddi ikki Ábrahami børn. Hetta órógvaði hjúnini. Tá er tað, at Sára sigur við Ábraham: “Sí, Harrin hevur noktað mær gitnað; men gakk tú inn til trælkonu mína; kanska eg kann fáa avkom við henni.” (1. Mósebók 17,2).

Sára vildi geva manninum børn við trælkonu síni. Skrivað stendur: “Hann gekk tá inn til Hagar, og hon var við barn; men tá ið hon kendi á sær, at hon var við barn, bretti hon sær móti húsfrú síni.”

Tað kom til ilnar, og tænastukvinnan var noydd at flýggja, hóast hon gekk við barni. Eingil Harrans fann Hagar við vatnlindina i oyðimørkini. Eingilin segði við hana: “Vend tú heim aftur til húsfrú tína og gev teg undir vald hennara. ... Eg skal gera avkom títt so fjølmangt, at tað ikki skal fáast tal á tí vegna fjøld tess.” (1. Mósebók 17,10-11).

Hagar føddi Ábrahami sonin Ísmael, ið var hansara fyrsti føddi. Ísmael fekk tólv synir, ið vórðu høvdingar yvir sínum egna øki á arabisku hálvoynni.

Gudfrøðiliga er Miðeystur ein neyv staðseting av Guds útvalda fólki. Ísrael er pallurin fyri Guðs víðkaðu útveljing í Jesusi Kristi, ið fevnir øll fólkasløg og allan heimin.

Kristindómur er ikki ein sveimandi hugsjón. Í einum ítøkiligum landi og einum útvaldum fólki, Ísrael, stóð vøggan hjá teimum kristnu. Í Jerúsalem byrjaði kristna missiónin. Haðani fóru boðini út um alla heimin, at frelsari er okkum føddur.

Kristnin eigur at vera ærlig og viðurkenna sær upphavið. Boðskapurin um Jesus hevur jarðfrøðiligt festi, – bæði føðing, lív, deyði og uppreisn. Tað jødiska fólkið er ættarfólk Jesu. Tí er Ísraels land okkum heilagt. Amen.

Orðið: “Ja, tey, ið vælsigna teg, man eg vælsigna, ... allar ættir jarðarinnar skulu fáa signing av tær.” (1, Mósebók 12,3).

Jógvan Fríðrikson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo