Poppbólkurin Lukas Graham hevur tvær konsertir í Føroyum í oktober mánaði. Fríggjakvøldið 23. oktober og leygarkvøldið 24. oktober spælir Lukas Graham í høllini á Hálsi í Havn.
Fyrra konsertin varð útseld eftir minni enn einum degi, og eykakonsertin hevur fingið góða byrjan í forsøluni.
Nú er greitt, at Signar í Homrum fer eisini at spæla á konsertunum við Lukas Graham. Signar hevur seinastu árini verið millum best umtóktu føroysku sangararnar, og hann skal hita upp til framførslurnar hjá Lukas Graham.
Signar í Homrum fer at framføra saman við John Johansen og Henning Nicodemussen, og teir fara at spæla sangirnar, sum Signar er kendur fyri at syngja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo