Parasport Føroyar: Hesa vikuna verða Virtus Global Games hildnir í Vichy, Frakland.
Leikir, har úrvalsítróttarfólk við menningarórógvi kappast.
Hetta er 6. ferð at Virtus Global Games verða hildnir, og er hetta aðru ferð at Signa Vár Dávadóttir luttekur.
Fyri 4 árum síðani, tá leikirnir vóru í Brisbane, Avstraliu, var Signa Vár í toppformi, og kom heimaftur við heili 9 heiðursmerkjum.
Signa Vár svimur í klassa II3 sum er fyri fólk við vanligum intelligensi men sum eru innan autismuspektrið.
Kappingarnar hjá Signu Vár byrja í dag, og halda fram alla vikuna.
Skráin og beinleiðis stroyming er at finna á www.gg2023.org
Vit ynskja Signu Vár bestu eydnu við kappingunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo