Boðini komu til MRCC støðina stutt fyri klokkan 15 í gjár. Skiparin á útlendska seglbátinum boðaði frá, at hann var komin illa fyri sunnan fyri Brúnna um Streymin og mátti hava hjálp at sleppa leysur aftur.
Rescue Vón varð boðsendur, men umleið ein hálvan tíma seinni komu boð um, at ein lokalur útróðrarbátur hevði hálað strandaða bátin leysan aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo