72 ára gamli fyrrverandi sakførarin Boyd Holmes, sum er úr Hayton í Yorkshire í Onglandi er limur í einum sigliklubba, og tá hann og manningin herfyri sigldu til Føroya við 45 fót stóra seglbátinum Blue Damsel var tað eitt so mikið stórt bragd, at hann heimafturkomin fekk steyp.
Tað eru tveir felagsskapir ella klubbar fyri tey sum dáma væl at sigla, Clyde Cruising Club og Royal Cruising Club, sum skipa fyri.
Túrurin tvørtur um hav tók teimum seks dagar, skrivar miðilin CumbriaCrack.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo