- Bill Justinussen, sum fór úr Miðflokkinum í Fólkaflokkin, kann ikki umboða Fólkaflokkin í løgtinginum, verður hann biðin um at vera varalimur har.
- Bill Justinussen var triði maður hjá Miðflokkinum á løgtingsvalinum í 2022.
- Hann er tí varalimur hjá Jenisi av Rana og Steffani Klein Poulsen, tingmonnum, skrivar Kringvarpið í grein í dag á KVF.fo.
Men hjá Bill Justinussen er hetta ikki nakar trupulleiki, tí hann hevur longu tikið støðu og boðað tingmanningini frá síni støðu, sigur Bill Justinussen, tá ið VP spyr.
- Um tað skuldi komið hartil, at annar av teimum fer í farloyvi og eg verði spurdur um at taka sætið sum varamaður, so sigi eg nei og lati næsta fólk á listanum fáa møguleikan.
- Eg havi í forvegin tíðliga í valskeiðnum boðað tingmanningini frá, at um annar teirra fer í farloyvi - hetta var, meðan eg enn var í Miðflokkinum -, so vildi eg víkja sætið og lata Rósu Tyril Gaardlykke fáa møguleikan, sigur Bill Justinussen við VP.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo