Tað er viðurkendi enski miðilin The Independent sum hevur tikið dagar ímillum gistingarhús sum flogferðafólk ofta brúka, og yvirlitið hevur gistingarhús, airporthotels, úr øllum heiminum.
Stansted, Auckland, Amsterdam, Cape Town og so...Hotel Vágar!
Størsta aktivið hjá hotellinum, sigur The Independent, er frálíka útsýnið úr teimum nógvu gluggunum hotellið hevur. Hartil er ótamda, norðuratlantiska náttúran beint uttanfyri gáttina.
- Hetta er heilt einfalt eitt tað vakrasta staðið at vakna, og hartil er fossurin í Gásadali bert 15 minuttir í bili hagani, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo