Í gjár royndu Tummas Jacobsen og Jónstein Petersen seg.
Tummas royndi seg við Moss, teir vóru tíanverri noyddir at gevast, tá teir skuldu skilja (Shed) seyðin sundur. Tað sá annars gott út hjá teimum frammanundan. Jónstein við Gripi endaði á 14 plássi. Tíðin fór áðrenn hann kláraði at "singla". Eitt flott úrslit í eini sera harðari kapping.
Í dag skal Tummas aftur á vøllin. Hann og Linn eru síðsta vón at tryggja Føroyum eitt finalupláss.
Tummas og Linn eru helst sterkasta parið í Føroyum í løtuni. Tey vunnu FM í 23/24, langt framman fyri nummar 2. Tummas hevur nummar 77 á rygginum. Hann byrjar sum nummar 4 í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo