Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Yvirskriftin er eitt áhugavert orð í hesum politisku ófriðartíðum.

Her snýr tað seg um lomb, ið eru serliga seint á ári lembd, og síðan hava eina serliga tilveru.

Gerandisdagurin hevur annars sína føstu rútmu. Ærnar lemba nærum allar samstundis. Lombini fylgja síðan mammuni, noyðast seinni at klára seg sjálvi, men við  kenslu av, hvar í haganum tey hoyra til.  Tí er allur seyður so hagfastur.

Vanliga sleppa seyðamenn oftast lombum, meðan ærin enn livir, og kenna tey seinni sítt pláss í haganum.

Men tað kann vera ymist hjá sídlembingunum. Hava teir verið nóg leingi hjá mammuni, og kenna teir sítt pláss í haganum?

Hesin reglubundni tilveruháttur tykist ikki vera eyðkendur í politiska umhvørvi.

Fólk bjóða seg fram fyri flokkar, verða vald, men síðan síggi eg bert uttan tamarhald, ótamda kravmentan! "Eg skal hava løn, eg skal hava avgerarrætt"!. Og eg spyrji: Hvar er ideologiin? Ongin svarar mær, tí í teirra umhvørvi er ongin til!?

Hugsi um mína tíð í politiska heiminum. Byrjaði í 1960/61, formaður í Ungmannafelagnum Fram hjá Fólkaflokkinum. Aftaná 1966 fyri at fáa Demmus Hentze valdan.  Havi síðan vunnið/tapt. Valdur løgtingsmaður 1984, seinni varamaður fyri John Petersen. Havt manga keðiliga løtu, men havi altíð ásannað, at tað er veljarin, ið avgerð politisku avgerðina hjá øllum í Løgtinginum, og havi kortini ongantíð verið "bittur" um tað!

Nú tykir mær, at hesir "Sídlembingar" hava ynski um at knasa Fólkaflokkin, men eg rokni við, at ágongan í haganum er eins hagføst, sum áður!

Borgarliga vinnuflokkin kann samfelagið ikki vera fyri uttan, og serliga er tað neyðugt at hava flokk við hugflogi um at skaffa inntøku til landi, við íløguhugi til gagns fyri skip, manning og virki á landi. Hesi gagnnýta fólksins ogn og føra fong til lands, so hini krevjandi hava nakað at fara eftir.

Eyðun Mohr Viderø
‎12.‎01.‎2022

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo