Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, er á rundferð í hesum døgum, har hann vil hava mótspæl til uppskotið um burðardygga ferðavinnu sum er farið til hoyringar.

Og mótspæl fekk hann á fundinum sum var í skúlanum á Giljanesi í gjárkvøldið. 

Eftir stutta frágreiðing frá landsstýrismanninum um, hvør andin í lógini er, var orðið frítt, og fleiri festarar (ella brúkarar sum teir verða nevndir í lógini), óðalsmenn, seyðamenn og onnur við áhuga, bæði innan landbúnað og ferðavinnu, høvdu orðið.

Ímeðan onkur nevndi uppskotið fyri ognartøku, og at uppskotið má roynast í rættinum, verður tað til lóg í verandi líki, so vóru onnur meira jalig og hildu at tíðin er komin at fáa skipaði viðurskifti á økinum. Landsstýrismaðurin fekk eisini rós frá fleiri fyri at vera tann í røðini, sum hóast alt er komin longst við málinum um gongd í haga, sum tað eitur á mannamunni.

Landsstýrismaðurin vísti á vandan í verandi støðu, har bæði óðalsjørð og festibrøv kunnu handlast, og at øll jørðin tí kann enda á fáum, kapitalsterkum hondum, og at vit so aftur enda í eini støðu, har tey sum eiga jørðina avgerða alt. Og tað má ikki henda, segði hann.

Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, segði seg stúra fyri, at lógaruppskotið leggur ov stórar byrðar út á kommunurnar, sum fara at verða noyddar at seta fleiri starvsfólk at gera og halda ætlanir, sum lógin leggur upp til. Og at endurgjaldið, sum tær sambært lógini skulu fáa, ikki fer at røkka til øktu útreiðslurnar.

Fleiri vístu á, at tað er neyðugt at kunna stongja hagar, til dømis í harutíðini. Tað fer neyvan at rigga, at teir sum ætla sær ein túr við byrsuni skulu boða einum myndugleika frá áðrenn, bleiv sagt. Og víst var á, at um hagin var seldur til haruskjóting, so ber ikki til eisini at selja hann til ferðavinnu somu tíð.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, heitti á fólk um ikki at fara so illa við Visit Faroe Islands, tí tann stovnurin er skaptur av politikarum við tí endamálið at selja Føroyar sum ferðamannaland. Tey sum starvast har, gera bara sítt arbeiði, vísti landsstýrismaðurin á.

Samanumtikið var talan um ein siðiligan fund.

Í kvøld verður fundur í auluni í Finsen í Havn.  

Hósdagin 15. februar  kl. 15:30 í skúlanum í Skúvoy

Hósdagin 15. februar kl. 19:30 í ungmannafelagshúsinum Kelduni í Skálavík

Fríggjadagin 16. februar kl. 19:30 í avhaldshúsinum í Mikladali

Mánadagin 19. februar kl. 19:30 í miðnámsskúlanum í Hovi

Týsdagin 20. februar kl. 19:30 í skúlanum við Streymin

Mikudagin 21. februar kl. 19:30 í Skálanum í Klaksvík

Uppskotið er til almenna hoyring og kann takast niður her

Øll eru vælkomin at senda ráðnum viðmerkingar innan 22. februar 2024 kl. 15:00. til uvmr(at)uvmr.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo