SÍb vann steypakappingina í flogbólti og tí var nokk ikki óvæntað, at SÍb-leikararnir eisini vunnu landskappingina í næstbestu deildini í kvøld.
Dysturin var móti silvurvinnaranum Fleyr, og SÍb vann greitt 3-0.
Seinasti dysturin í 1. deild hjá monnum í FM-stríðnum var í Sørvági í kvøld. SÍ tók móti Fleyr.
Bæði 1. og 2. sett vunnu sørvingar greitt við settúrslitnum 25-19.
Í 3. setti var meira javnt, har Fleyr fylgdi við allan vegin, men móti endanum tók SÍ alt og vann 25-23 og harvið vunnu teir dystin 3-0.
Heldur óvæntað vunnu SÍb steypakappingina og tí er kanska minni óvæntað, at teir nú hava vunnið 1. deild eisini.
So í gásareygum kunnu teir kallast “greipuvinnarar”.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo