SÍ á Facebook: Um vikuskiftið verða FM-finalirnar fyri yngri deildir í flogbólti leiktar í Trongisvági. Í hesum finalum verða Føroyameistarnir í ymsu aldursbólkunum funnir.
Vanliga hava verið 8 deildir, men kappingin er broytt, so hava í vetur verið 10 deildir fyri tey yngru.
Ungu leikarnir hjá SÍ hava leikt seg í allar 10 finalurnar. Hetta letur seg bert gera við framúr góðum leikarum og einum fantastiskum venjara. Rakjo Petrovic er venjari hjá øllum 10 liðunum.
Nú má Sørvágur fáa eina ítróttarhøll.
Mótstøðuliðini hjá SÍ er Fleyr í 6 finalum, meðan tað er Ternan í tveimum finalum, meðan TB og KÍF skulu møta SÍ í hvør sínari finalu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo