FBF: SÍ-ÍF 2-0 (23-18, 25-16)
U16 dreingirnir hjá SÍ tóku annað gullið til Sørvágs í kvøld, tá teir sannførandi funnu 2-0 á ÍF
Somu feløg hittust í U16 finaluni, sum í U19 finaluni fyri dreingir, sum var fysta finalan í kvøld. Talan gjørdist ikki um ein serliga spennandi dyst. Her vóru sørvágsdreingir ov sterkir fyri fuglfirðingar, sum ongantíð funnu leistin til at svara sannførandi SÍ liðnum aftur.
Á Sí liðnum var tað serliga Lukas Poulsen, sum vísti framúr leik, og varð hann eisini valdur til besta leikara í dystinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo