Føroya Tele-deildin, menn:
SÍ – Fleyr 3-0 (25-16, 27-25, 25-20)
FBF úrslit: Á sjálvum 117-ára stovningardegnum fyri Sørvágs Ítróttarfelag syrgdi SÍ við 3-0 sigri á Fleyr fyri at útlitini fyri at koma í FM-finalurnar gjørdust rættiliga bjørt. Men enn eru ikki allar súðir syftar, tí fær ÍF fimm stig í sínum báðum seinastu dystum, so skumpa teir SÍ av finalu-sessinum.
Hóast blíðir uttanfyri vøllin á 117-ára degnum, so var kortini ikki nógv gestablídni at síggja á sjálvum vøllinum í gjárkvøldið, har SÍ legði bragdliga fyri og legði seg á odda 13-4. Slíka leiðslu gevur SÍ ikki frá sær, og settið var lættliga vunnið 25-16.
SÍ stóð trýstroyndina
Annað sett byrjaði á sama hátt, sum tað fyrsta, har SÍ legði seg framum 5-2 og 7-4, men Fleyr vildi ikki sleppa og bardi seg upp á 12-12. SÍ legði seg framumaftur, men Fleyr hevði bitið seg fast og javnaði til 16-16 og fór síðani framum. SÍ javnaði aftur til 22-22, men megnaði ikki at rista Fleyr av sær.
Henda løtan tóktist sum tann stóra trýstroyndin av SÍ, tí tapti liðið hetta settið, so kundi tað fara at kosta stig – og í síðsta enda finalupláss. SÍ hevði tveir settbóltar, men hvørgin varð gagnnýttur. Mileta Vesovic syrgdi við góðum smassji fyri tí triðja settbóltinum, og hesa ferð eydnaðist at vinna eftir eina langa duell, har bólturin ferðaðist 7 ferðir yvir um netið, áðrenn Fleyr í áttandu royndini sló bóltin í netið, so at SÍ vann 27-25.
Tað kendist, sum nú var sloppið hjá SÍ, og eftir 5-5 í triðja setti vann SÍ seg framum 11-8, og tann munurin minkaði ikki aftur, og SÍ vann settið 25-20 og dystin 3-0.
Tolin trívst
Hetta var síðsti dysturin hjá SÍ í sjálvari landskappingini, og við 3-0 sigrinum hevur SÍ nú gjørt sítt og liggur avbera væl fyri at koma í FM-finalurnar, men avgerðin liggur kortini í hondunum á ÍF, sum framvegis kann taka finaluplássið frá SÍ. Treytirnar fyri tí eru einfaldar: Tveir sigrar og fimm stig í tveimum dystum! Annar av dystunum er ímóti Fleyr og hin er ímóti greiða oddaliðnum Mjølni.
Tríggjar teir undanfarnu landskappingardystirnar ímóti Fleyr hevur ÍF allar vunnið við 3-1 umframt hálvfinaluna í steypakappingini, sum ÍF vann 3-0. Gevur næsti dysturin hjá ÍF ímóti Fleyr trý stig, so skal tað røkka ella støkka í dystinum ímóti Mjølni. Tveir av teimum undanfarnu trimum vann Mjølnir 3-1, men tann triðja vann ÍF 3-2. Og verður tað úrslitið einaferð afturat, so verður tað akkurát nóg mikið hjá ÍF fyri at koma í FM-finalurnar, har Mjølnir verður mótsøðuliðið.
Eftir ætlan skuldi dysturin millum ÍF og Mjølnir spælast sunnudagin 20. mars, men dysturin er útsettur (nýggjur leikdagur er ikki ásettur enn). Leygardagin 26. mars spælir ÍF útidystin ímóti Fleyr. Hjá SÍ er ikki annað at gera, enn at bíða í tolni...
Støðan:
Nr Lið Dystir * Settmunur / Stig
1 Mjølnir 14 * 26 / 37
2 SÍ 16 * 14 / 30
3 ÍF 14 * 9 / 26
4 Fleyr 15 * -8 / 18
5 Ternan 15 * -44 / 0
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo