Týsdagin 7 mai kl. 16.30 verður síðsta skot latið av í Eysturoyartunlinum móti Rókini.
Í hesum sambandi bjóðar P/F Eystur- og Sandoyartunlar til alment hátíðarhald við Rókina og í Løkshøll.
Hátíðarhaldið byrjar við, at borgarstjórarnir, Jóhannus Danielsen, Tórbjørn Jacobsen og Artur Johansen lata síðsta skotið av við Rókina.
Aftaná verður farið í Løkshøll til ein drekkamunn, har skráin er hendan:
1. Teitur Samuelsen stjóri í P/F Eystur og Sandoyartunlar bjóðar vælkomin.
2. Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri heldur røðu.
3. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu heldur røðu.
4. Jóhannus Danielsen heldur røðu.
5. Artur Johansen borgarstjóri í Sjóvar Kommunu heldur røðu.
Eftir hetta er møguleiki hjá øðrum at siga nøkur orð.
Hátíðarhaldið endar kl. 18.30.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo