Flogbóltssambandið: SÍ-TB: 3-0 (25-15, 25-14, 25-18)
FM-vikuskifti fyri yngru liðini í flogbólti á Tvøroyri heldur áfram og dreingir 14 hjá SÍ eru júst vorðnir føroyameistarar.
Liðið úr Sørvági leikti finalu ímóti TB og vóru greitt omaná og vunnu 3-0. Sørvingar lótu ongan iva vera um, at teir ætlaðu at vinna og høvdu dygdirnar at vinna FM 2022/23.
Somu lið hittust í steypafinaluni fyrst í mars, og tá vann SÍ eisini og kunnu sostatt kalla seg bæði føroyameistarar og greipuvinnarar.
Dagsins leikari fyri SÍ varð Mateo Eystberg og dagsins leikari fyri TB varð Ólavur Hammer
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo