Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Mjølnir vann lættliga fyrstu tvey settini, og líkt var til, at hetta fór at gerast ein av styttru FM-finalunum. Men eftir at Mateusz Pazgan beklaði og fór út í øðrum setti, hevði Mjølnir ilt við at fóta sær, tá SÍ var farið at bíta frá sær í triðja setti. SÍ var eisini omaná í fjórða setti, og týðiligt var, at Mjølnir var merkt av, at póllendingurin sat úttanfyri. Hann kom tó innaftur í fjórða setti; haltandi á øðrum beininum, men var flúgvandi á hinum.

SÍ fekk tveir dystarbóltar við støðuna 12-14 í javnbrótaranum, men Mjølnir javnaði og legði seg framum og hevði føroyameistarabólt við støðuna 15-14. SÍ yvirlivdi eisini annan dystarbóltin, og vann so endiliga settið 19-17 við sínum fjórða dystarbólti.

Og so skuldi føroyameistarin finnast við gullsetti.

Her kom Mjølnir skjótt í góða støðu, tá klaksvíkingar løgdu seg framum 4-1 og 9-4. Kanska var møðin farin at gera um seg hjá 42 ára gamla leikandi venjaranum hjá SÍ, sum ikki vann líka nógvar bóltar í gullsettinum. Jóhan Arni Elisson Wang hevði longri arm enn bróðurin hinumegin, Jákup Árni, og so var 11-6, og 12-6 gjørdist støðan eftir blokk frá Jóhan Arna. Nú luktaði av gulli, og gullbóltin langaði eingin annar enn Mateusz Pazgan gjøgnum blokkin hjá SÍ og í gólvið, og so hevði Mjølnir vunnið 15-9. – Og sítt sætta føroyameistaraheiti á rað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo