Flogbóltssambandið: Gentir 12 hjá SÍ vunnu í dag ein tepran sigur á gentunum frá Kollafirði.
Talan gjørdist um sera spennandi dyst, sum leikliga var á sera høgum stigi.
SÍ kom betur frá byrjan, men KÍF tók tær aftur, og líkt var til, at KÍF skuldi vinna 1. sett inntil SÍ vann fleiri bóltar á rað og tók settið.
Í 2. settið var SÍ fyri tað mesta á odda við einum ella tveimum stigum.
Dagsins leikari hjá SÍ varð Anna Katrina í Haraldsstovu og dagsins leikari hjá KÍF varð Hallgerð Mote.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo