Flogbóltssambandið: SÍ er steypavinnari fyri dreingir 19. SÍ vann steypafinaluna ímóti Mjølnir, sum var leikt í høllini á Hálsi.
SÍ kom væl frá byrjan og vann 1. sett rættuliga sannførandi við 25-20.
Í 2. settið leikaði meira javn á og her var Mjølnir á odda stóran part av settinum, men móti endanum kom SÍ upp á liðina á Mjølnir og endaði við at vinna settið 27-25.
Dagsins leikari hjá SÍ bleiv Tóki í Haraldsstovu og dagsins leikari hjá Mjølnir bleiv Jákup Árni E. Wang
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo