Flogbóltssambandið: Fleyr – SÍ 0-3 (21-25, 20-25 18-25)
Eftir tryggan 3-0 sigur á Fleyr í gjár er SÍ aftur nr. 1 í Føroya Tele-deildini hjá monnum, men oddasessurin er kanska bara til láns til mikudagin, tí vinnur Mjølnir tá á Ternuni, tekur Mjølnir fyrstaplássið aftur. Mjølnir og SÍ møtast so í rættiligum oddabraki í Klaksvík sunnudagin 10. desembur. 12. novembur var eisini oddadystur teirra millum; tá vann Mjølnir 3-2 í Sørvági.
Í dystinum ímóti Fleyr í gjár fekk SÍ ikki stórvegis mótstøðu. SÍ legði seg skjótt á odda 12-6 og 16-10, og hóast Fleyr minkaði um munin niður í 16-19, 18-21 og 20-23, kom ongantíð veruligur spenningur í settið.
Gongdin var ikki ólík í øðrum setti. SÍ var aftur á odda 16-10, men aftur mentist Fleyr móti endanum og minkaði um munin niður í 18-20, 19-21 og 20-22. Men so vann SÍ tríggjar bóltar á rað og settið 25-20.
Í triðja setti gjørdi Fleyr ein vørr og legði seg framum 9-4 og 12-8, men leiðslan hvarv sum døgg fyri sól, tá SÍ vann sjey stig á rað og legði seg á odda 15-12. Síðani dró SÍ frá og vann 25-20.
ÍF – Ternan 3-0 (25-7, 25-7, 25-21)
Tá fýra mans hjá ÍF høvdu servað, hevði ÍF longu vunnið fyrsta sett 25-7. Oleksandr Dmytriiev servaði frá 2-0 til 5-0, Filip Ilic frá 6-2 til 10-2, Rani Ákason frá 11-4 til 18-4 og Teitur Eliasen frá 19-7 til 25-7.
Árni Lamhauge Mohr legði fyri við at serva í øðrum setti, og tá hann servaði aftur eina fulla rotatión seinni, servaði hann settið heim frá 22-7.
Triðja sett var nógv javnari, hóast tað kortini ongantíð var spennandi. Eftir at hava verið aftanfyri 9-17, eydnaðist Ternuni at minka um munin niður í trý stig til støðuna 16-19, áðrenn ÍF vann 25-21.
Miðalaldurin á teimum sjey leikarunum hjá Ternuni var 20,1 ár, tá 43 ára gamli Alex Troleis er roknaður uppí, men uttan Alex hevði miðalaldurin einans verið 16,3.
Støðan í Føroya Tele-deildini, menn:
Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
SÍ | 6 | 10 | 14 |
Mjølnir | 5 | 6 | 12 |
ÍF | 5 | 6 | 10 |
Fleyr | 5 | -7 | 3 |
Ternan | 5 | -15 | 0 |
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo