FBF Úrslit/Føroya Tele-deildin, kvinnur: SÍ – KÍF 3-1 (25-15, 19-25, 25-21, 25-21)
Við 3-1 sigri á KÍF í gjárkvøldið fór SÍ framvið Fleyr og legði seg á annaðplássið, men tað var ikki uttan svørðsslag, og tað var um reppið, at SÍ ikki spældi sær av við fjórða sett og harvið finaluplássið.
Átta stig á rað til SÍ, eftir at KÍF hevði lagt seg á odda 4-3 í fyrsta setti, løgdu grundina undir stórsigurin hjá heimaliðnum í fyrsta setti. Men KÍF kann vera sum nátt og dagur, og í øðrum setti spílaðu kollfirðingarnir seg rættiliga út og vunnu settið trygt við góðum endaspurti, tá SÍ var um at javna. Og so var brádliga trýst á SÍ, sum hevur ráð at tapa eitt sett í hvørjum dysti, men ikki tvey, tí so kann Fleyr taka finaluplássið frá teimum aftur.
Triðja sett vann SÍ greitt, hóast KÍF eitt skifti var á odda 7-5. Men so gjørdi KÍF aftur ein vørr í fjórða setti, hóast alt bendi á avsmurning, tá SÍ fór framum 10-2. Seks stig á rað til KÍF minkaðu tó um munin niður í bara tvey stig og eftir onnur fimm á rað, fór KÍF framum 18-17. KÍF megnaði at halda fast til 21-21, men so vann SÍ fýra stig á rað, og settið 25-21 – og týdningarmest: trý stig heldur enn bara tvey ella eitt, hevði dysturin farið út í javnbrótara.
Hesa ferð slapp SÍ við hvøkkinum, men í Trongisvági liggur møguligur snávingarsteinur og bíðar, tí TB hevur víst styrki seinastu tíðina og hevur vunnið fýra dystir á rað, m.a. 3-2 á Fleyr, sum afturfyri hevur mist finaluplássið til SÍ. So er spurningurin, um Fleyr fer at fáa somu gávu frá TB, sum SÍ fekk frá TB. Dysturin millum TB og SÍ verður tó ikki spældur fyrr enn 12. apríl. Næsti dystur hjá SÍ er ímóti oddaliðnum Drátti næsta mánakvøld.
Írestandi dystirnir hjá SÍ og Fleyr:
SÍ: Dráttur (úti), Mjølnir (heima), TB (ú), Mjølnir (ú)
Fleyr: Ternan (ú), KÍF (h), Dráttur (ú), Ternan (ú)
Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:
Nr. | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | Dráttur | 14 | 30 | 37 |
2 | SÍ | 14 | 14 | 29 |
3 | Fleyr | 14 | 15 | 28 |
4 | TB | 14 | 0 | 21 |
5 | Mjølnir | 15 | -10 | 19 |
6 | KÍF | 14 | -14 | 12 |
7 | Ternan | 13 | -35 | 1 |
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo