Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað eru reist so nógv ivamál um virksemið hjá All Oceans Logistics, dótturfeløgum og eigarum, at Shipping.fo hevur valt at steðga øllum tænastuveitingum til hesi feløg.

Undan sendingini um Kongoránið boðaði Shipping.fo Kringvarpinum skrivliga frá, at um tað verður staðfest, at tey feløg ella persónar, sum Kringvarpið viðger, misbrúka tænastuveitingar hjá Shipping.fo til lógarbrot, so steðgar Shipping.fo tænastuveitingunum beinanvegin.

Málið um Kongoránið er eitt stórt og fløkt mál í nógvum ymiskum løgum, sum eingin tykist koma til botns í. Men ivin um, hvaðani upprunin til pengarnir í All Oceans Logistics, stavar frá, er so stórur og sendur so nógvar skaðandi ringvirkningar, at Shipping.fo gevst sum tænastuveitari hjá All Oceans Logistics.

Shipping.fo vil við hesum samstundis gera greitt, at felagið einans hevur forvunnið sama fasta gjald frá All Oceans Logistics, sum Shipping.fo vanliga tekur fyri tænastuveitingar til øll onnur reiðarí.

Tað er eisini neyðugt alment at staðfesta, at Shipping.fo ongantíð hevur havt leiðsluna á skipum fyri nevnda felag. “Commercial Management” er beinleiðis handilsligur rakstur og leiðsla av skipum, sum reiðarí sjálv taka sær av, og sum Shipping.fo einki hevur við at gera. Hetta ger Shipping.fo eisini greitt á síni heimasíðu.

Shipping.fo hevur verið undirveitari, og hvørki stjórin ella felagið eru partaeigarar í All Oceans Logistics ella dótturfeløgum, eins og einki umboð fyri Shipping.fo hevur verið nevndarlimur ella í leiðslum í nevndu feløgum.

Vinarliga
Shipping.fo

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo