Nú veturin hevur fastatøkur á okkum, og skiftandi veðurløg leggja løgnar tankar í sinn, tá er gott at hava eina góða bók at lesa. Tú veitst ongantíð, hvat kann henda!
”Tað var ein tíð, tá ið eg hugsaði nógv um axolotlar. Eg vitjaði teir í sjósavninum í Jardin des Plantes og varð standandi í tímar og eygleiddi teir, teirra døkku rørslur, teirra óvirksemi. Nú eri eg ein axolotlur.”
Soleiðis byrjar søgan, ”Axolotlur”, sum Julio Cortázar hevur skrivað, og sum eisini er myndevnið á permuni, sum Bárður Oskarsson hevur gjørt.
Tað umskapandi lívið er evnið í hesum Vencli, eisini tekstaslagið, sum ikki er sum tað er, yrking, sum er fleiri brøv, yrking, sum er ritroynd, aftursvar til klummur, ummæli, sussmæli, ferðir, ið umskapa lív. Tekstirnir spenna seg frá gylta romantikkinum og til samtíðina. Orð verða sett á terror í Evropa og vónloysi í einstaka menniskjanum. Tekstir eru, sum royna at fáa okkum at sættast við tilveruna sum hon er, og ikki royna at gera hana til okkurt annað, okkurt, sum vit ikki kenna.
Høvundarnir, sum hava skrivað hesar góðu tekstir eru: Iosif Brodskij, Adam Oehlenschläger, Alexandur Kristiansen, Annika Skaalum, Bodil Malmsten, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Oddfríður M. Rasmussen, Ebba Hentze, Elise Cowen, Heðin M. Klein, Jón R. Thorsteinsson, Julio Cortázar, Malan Poulsen, Rebekka Eliasen, Tove Ditlevsen, Turid Thomsen, Vagn Steen, Vagnur Streymoy, Villy Sørensen, Rannvá Næs Hoydal, Rønn Eliasen, Torgny Lindgren, Bárður Persson, Tóroddur Poulsen, Hans Erik Hansen, Jensina Olsen, Marjun Syderbø Kjelnæs, Paul Éluard, Yahya Hassan og Wisława Szymborska.
Hetta er tíggjunda árið, Vencil kemur út. Hesi tíggju árini hevur Vencil givið Føroya fólki 1.681 síður við upprunaligum føroyskum tekstum og tekstum, sum eru fluttir í føroyskt beinleiðis úr málinum, sum teksturin er skrivaður á. 1.681 blaðsíður við dygdargóðum skaldskapi. Seytjan permur, av teimum eru trettan orginalprent, sum Jan Andersson og Fríða M. Brekku so meistarliga hava greitt úr hondum.
Føroysk listafólk hava gjørt allar permurnar, tó hevur Claus Carstensen gjørt eina. Ein enskur Vencil er eisini, sum ikki er taldur við í teimum 1.681 blaðsíðunum. Í honum eru tekstir úr Vencli, sum eru týddir til enskt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo