Eftir heldur rokmiklan aðalfund um vikuskiftið hevur Sørvágs Arbeiðarafelag fingið nýggjan formann. Hann eitur Regin Davidsen.
Nakað av ósemju hevur verið í felagnum í eina tíð, millum annað hildu fleiri limir, at felagið saman við Føroya Arbeiðarafelag fór avstað við ov stórum parti av lønini.
Les eisini: Útvarp Føroya og Sørvágs Arbeiðarafelag
Á facebookvanganum skrivar Regin Davidsen millum annað, at formansvalið var tætt, men tá avtornaði vann hann við einari atkvøðu á umboðnum hjá gomlu nevndini.
- Felagið fyllir 80 um ein mánað, og tað verður markerað við eini veitslu, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo