Almanna- og Mnetamálaráðið: Føroyskir bátasmiðir fáa nú betri umstøður, tá tað snýr seg um at fáa til vega seym, spíkar og røur til føroyska bátin. Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at raðfesta kr. 200.000 til Tjóðsavnið í uppskoti til fíggjarlóg 2022, sum er løgd fram. Peningurin skal brúkast til at keypa inn seym at selja víðari til bátasmiðir, ið smíðja føroyskar bátar.
Sølan hevur seinni árini verið hjá áhugaðum privatfólki, men talan er ikki um eina lønandi vinnu, og tað er ov kostnaðarmikið hjá hvørjum bátasmiði sær at innflyta seym. Eisini hevur tað seinnu árini víst seg at vera trupult at fáa fatur á tí slagnum av seymi, ið verður brúkt til føroyskar bátar. Bátasmiðir hava tí vent sær til Tjóðsavnið við fyrispurningi, um tað kundi verið ein loysn, at Tjóðsavnið stendur fyri søluni av tí serliga slagnum av seymi, ið verður brúkt til føroyskar bátar.
- Eg eri sera fegin um at kunna veita føroysku bátasmiðunum eina hjálpandi hond við at tryggja, at seymur til føroyska bátin fæst til keyps í Føroyum. Tað er eitt lítið, men sera týðandi átak, sum kann vera við til at tryggja føroyskum bátasmíði livilíkindi, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.
Føroyski báturin kom á UNESCO listan fyri umboðandi siðaarv hjá mannaættini í desember 2021, og føroyskir myndugleikar hava tí skyldu til at tryggja, at føroyskt bátasmíð hevur góð kor at virka undir, so at føroyskir bátar eisini í framtíðini verða smíðaðir í Føroyum.
Tjóðsavnið umsitur UNESCO-sáttmálan um verju av siðaarvi, og ætlanin er at seymir til føroyska bátin verða til keyps á Tjóðsavninum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo